Eitt sjálvmorðsbumbufólk hevur sprongt seg sjálvt í luftina á handligøtuni í Istanbul. Sambært AP hava minst trý fólk latið lív og sjey eru særd. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgd av álopinum.
Hetta er triðja yvirgangsálopið í Turkalandi seinasta mánaðin. Sunnudagin varð ein bussur sprongdur í luftina í Ankara. Tá lótu 37 fólk lív og 125 vóru løstaði. Mitt í februar lótu 28 fólk lív og 61 vóru særd, tá ein lastbilur fullur av spreingievni fór í luftina í Ankara.










