Aftur eitt vónbrot til Phelps

Á teimum olympisku leikunum í Beijing var amerikanarin Michael Phelps svimjarin, sum øll tosaðu um, tí hann vann ikki færri enn átta gullmerkir í leikunum. Nú er Phelps aftur í Kina og svimur, hesa ferð í HM-kappingini í Shanghai, men higartil hevur hann ikki gjørt so nógv vart við seg sum seinast.

 

Sunnudagin var hann við á amerikanska liðnum í 4 ferðir 100 metrar frísvimjing, men liðið vann bara bronsu. Í dag var Michael Phelps so í finaluni í 200 metrar frísvimjing, men heldur ikki her eydnaðist tað honum at fáa tað fínasta heiðursmerkið um hálsin. Tað bleiv tó silvur.

 

Michael Phelps gjørdi ikki so nógv við svimjingina aftan á leikirnar í Beijing, og hann hevur boðað frá, at teir olympisku leikirnir í London næsta ár verða hansara seinasta stóra kapping.