Óhappið hendi við Kensington, sum er einar 20 kilometrar norðan fyri Washington.
202 fólk vóru í tokinum, sum var á veg úr Washington til Chicago, tá tveir av vognunum loysnaðu og fóru út av jarnbreytini og oman millum nøkur trø. Hinir vognarnir koppaðu á breytini, men tey bæði lokomotivini vórðu standandi.
Bjargingarmyndugleikarnir siga, at tað var eitt undur, at eingin lat lív. Umleið 90 fólk máttu flytast á sjúkrahús til viðgerð-ar, og sambært læknunum vóru seks teirra illa meidd.
Hví vognarnir fóru útav, vita myndugleikarnir ikki.
Óhappið við Kensington er tað fjórða tokóhappið í USA seinastu fýra mánað-arnar. Tann 18. apríl doyðu fýra fólk, og meiri enn 200 fingu skaða, tá eitt tok fór av breytini í Florida.
Fimm dagar seinni doyðu tvey fólk, tá eitt ferðamannatok og eitt góðstok stoyttu saman nærhendis Los Angeles. 265 fólk fingu skaða.
Tann 14. mai fingu tvey fólk skaða, tá eitt tok rendi á ein lastbil í Suður Karolina og fór út av breytini.










