Mikukvøldið hin 21. juni klokkan 18 verður tiltakið - Summarkvøld við Toftavatn - aftur á skrá.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, sum Nes kommuna og Runavíkar kommunur eru felags um.
- Mikukvøldið klokkan 17.50 verður farið avstað av tveimum støðum - frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.
Í kommununum báðum siga tey, at tað verður Urd Johannesen, sum fer at hugleiða, og Ólavur Højgaard fer at spæla og syngja.
- Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.
Nes kommuna og Runavíkar kommuna siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið - Summarkvøld við Toftavatn.