Aftur eitt prógv

Oddagrein

Í síðstu viku staðfesti fyrrverandi verjumálaráðharrin, Hans Engell, í samrøðu við Sosialin, at Føroyar og Danmark høvdu havt so stóran týdning fyri NATO, at tað hevði spart Danmark fyri verjuútreiðslur.

Hans Engell legði kortini afturat, at hetta var tann fjaldi "dagsordanin", og at partarnir ikki settu krónur og oyru á.

Harafturat legði fyrrverandi verjumálaráðharrin dent á, at Danmark var ikki fyri serligum atfinningum, tá Danmark ikki kundi ganga samtyktum í NATO í 80-árunum á møti. Orsøkin var, at NATO-landið kundi spjaða til við nøkrum virðismiklum í Norðuratlantshavi. Fyrst og fremst hugsaði hann um Grønland, har NATO hevur eina støð í Thule, og verjuavtaluna millum USA og Danmark frá 1951 um Grønland.

Samrøðan við Hans Egell stendur í andsøgn til upplýsingarnar, sum forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, gav Føroya-nevndini hjá Fólkatinginum í juni, tá hann segði, at Danmark var ongantíð sloppið undan útreiðslum, tí Føroyar voru ein partur í fráboðanarskipanini hjá NATO.

So er spurningurin, hvør sigur satt, sum Hergeir Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini, ba upp á mál í síðstu viku.

Tað er nú fleiri ferðir staðfest, at fyrrverandi hjálondini hjá Danmark í Norðurhøvum hava havt stóran týdning fyri NATO og tá limagjaldið hjá Danmark skuldi rindast. Vit síggja eisini í biografiini um Jens Otto Krag, sum var uttanríkisráðharri í 50-árunum, at Danmark skákar sær undan, tá kjarnorkuvápn skulu leggjast í Evropa. Danmark sleppur undan at goyma slíka vápn, tí USA hevur fingið loyvi at brúka støðina í Norðurgrønlandi.

Grundleggjandi spurningurin er ikki, hvør sigur satt ella ikki, ella hvussu nógv Danmark møguliga hevur spart. Málið má vera, at Føroyar og Danmark fáa virði-ligari samskifti og møguliga avtalu um trygdarpolitikk og uttanríkispolitikk. Sum er, eru Føroyar og Danmark ikki tveir javnsettir partar á hesum øki, og tað er hvørki í samljóð við sjálvstýristilgongdina ella uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvsstýrislóg.

Men landsstýrið er tigandi um hetta mál, tí ósemja valdar millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Ein frágreiðing skuldi skrivast fyri meira enn hálvum ári síðani. Eftir ársskiftið verða aðalorðaskifti um trygdarviðurskifti Føroya, sum skuldi enda við nýggjum samtyktum. Men higartil er einki frætt aftur, tí Tjóðveldisflokkurin vil varðveita andan í hernaðarsamtyktun-um, samstundis sum Fólkaflokkurin vil hava tær strikaðar.