loyvir úr seinni.
Og nú sær tað so út til, at upp aftur eitt nýtt loyvi at fiska svartkjaft er givið. Smb. Dimmalætting 22.02.2000 kundi loyvi til Prestland ikki brúkast sum grundarlag fyri innflutningsloyvi til Næraberg, tí at hesin ikki var eitt føroyskt skip. Báturin er leigaður úr Noreg. Hetta hevur sjálvandi givið umsitingini kaldar føtur, tí helst hevur upprunaliga innflutningsloyvi verið givið á skeivum grundarlag og so verður roynt at bjarga støðuni við at skriva eitt royndarloyvi.
Framvegis smb. Dimmalætting hevur landsstýrismaðurin í grein 20 í Lógini um vinnuligan fiskiskap funnið ein útveg. Helst er tað stk. 1, ið víst verður til. Har stendur: »Fiskirannsóknarstovan hevur loyvi at fremja vísindarligar fiskirannsóknir, við egnum ella leigaðum fiskiførum, uttan mun til reglurnar í hesi lóg«. Stk. 2 í somu lóg sigur, at royndarfiskiskapur krevur serstakt loyvi frá landsstýrismanninum.
Og her er tað so, at ein má spyrja sg sjálvan: Hvat er tað, sum føroyingar enn ikki hava funnið út av við at fiska svartkjaft, hóast teir hava roynt hetta í 20-30 ár? Hvørjar upplýsingar eru tað, sum Fiskirannsóknarstovan ikki kann fáa frá verandi svartkjaftaflota og hvørjar serligar førleikar hevur hetta nýggja skipið til at fiska svartkjaft og sum kunnu geva serligar upplýsingar til Fiskirannsóknarstovuna?
Nei, tað er valla grundað á ynskir frá Fiskirannsóknarstovuni um fleiri upplýsingar, at hetta loyvi er skrivað út.
Men hetta er ein nýggjur framleiðsluháttur ella uppafturtøka av einum framleiðsluhátti. Og tað er helst at tamba § 20 í lógini um vinnuligan fiskiskap meira enn hon tolir at leggja hana til grund fyri at skriva út loyvi til royndarfiskiskap og grundgeva hetta við, at talan er um ein nýggjan framleiðsluhátt.
Annars hevur hetta við at útskriva royndarloyvir verið nógv skert hesi seinnu árini, tí tað vekir ikki júst álit í okkara grannalondum, at man í Føroyum bert kann útskriva eitt loyvi til royndarfiskiskap, um hetta ikki kann faást á annan hátt. Tað verður eisini torført at fremja umsetiligheitina í verki, um menn bert kunnu fara út í Landsstýrið at fáa sær eitt royndarloyvi í staðin fyri at ogna sær tað á vanliga marknaðinum til marknaðarprís.
Jú, harra landsstýrismaður, tað eru útskrivaði fleiri nýggj loyvir síðani november 1998 og sum undangongumaðurin í fiskivinnumálum ikki noyðist at bera ábyrgdina av.
Í Felagnum Nótaskip halda vit hetta vera ógvuliga ótrygg viðurskiftir at gera íløgur undir og heita tí á okkara landsstýrismann um at steðga á við at geva fleiri loyvir.
Vinarliga
Felagið Nótaskip