Føroyar eru smáar, og fyritreytirnar at gera vart við seg á altjóða pallinum eru ikki so góðar, sum tær eru hjá teimum flestu. Tí er tað so lívgandi og gevandi, tá ið løtan ber við sær positiva umrøðu bæði heima á landi og uttanfyri landoddarnar.
Seinastu vikurnar hava vit fleiri ferðir verið vitni til sovornar hendingar. Svimjararnir við Páli Joensen á odda hava syrgt fyri góðari umrøðu, Sunleif Rasmussen hevur við síni operu syrgt fyri sínum, og í gjárkvøldið var tað so U21 landsliðið í fótbólti, sum tók okkum á bóli. Bæði okkum her heima á landi, men eisini stóra fótbóltsheimin.
Tá ið tað fyri síðstu ferð hevði ljóðað úr floytuni hjá norðurírska dómaranum, dittaðu vit okkum á Portalinum at staðfesta, at 1-0 sigurin á Russlandi var størsta fótbóltsliga bragdið síðani tiltikna 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990.
Føroyingar fegnast um úrslitið, og fótbóltsheimurin undrast og spyr seg, hvussu tað aftur og aftur kann bera til, at Dávid kann fella Goliat.
Ungu menninir vístu hugburðin og áræðið, sum tað er neyðugt hjá okkum sum tjóð at vísa í øllum viðurskiftum og umstøðum, um vit skulu hugsa um at sammeta okkum við onnur: sjálvsálit, arbeiðssemi, samanhald, stóra tilvitan um egin evni og góðan førleika í at lesa mótstøðumenninar av.
Vit siga tillukku til tjóðina, og vit geva teimum herðaklapp, sum eiga sín lut í hesum. Umframt spælararnar og venjararnar og hini, sum eru kring sjálvt liðið, snýr tað seg um feløgini, ið standa aftanfyri, og tað snýr seg sanniliga eisini um Fótbóltssambandið, sum við sínum virksemi syrgir fyri, at hollir føroyskir venjarar eru at taka sær av hesum.
Leygardagin fingu nýggir venjarar prógv, og tað var í gjárkvøldið hugaligt at síggja, at teir báðir, sum stóðu á odda fyri liðnum, eru evnaríkir føroyskir venjarar, sum eru útbúnir Føroyum.
Í kvøld er avbjóðingin stór hjá a-landsliðnum og nýggja venjaranum. Kring heimin verður fylgt við í, hvussu tað fer at hilnast, tá ið lítlu Føroyar fara at spæla ímóti stóra Serbia. Aftur verður fótbólturin ambassadørur fyri okkara kæru og smáu oyggjar. Vit ynskja liðnum blíðan byr, og vit fegnast um, at meistaraavrikið í gjárkvøldið vísti, at tað eisini í framtíðini vera teir, sum fara at royna at lyfta arvin.