Í morgun varð eitt størri øki í Qasigiannguit avbyrgt eftir skottilburð, sum kostaði einum manni lívið. Grønlands Politi biðir um arbeiðsfrið í samband við kanningararbeiðið. Mynd: Privat.

Aftur eitt dráp í Grønlandi í morgun

Ein 61 ára gamal maður varð í morgun dripin við riflu í grønlendska býnum, Qasigiannguit, og ein 17 ára gamal maður er handtikin í samband við tilburðin.

 

Í morgun varð eitt størri øki í Qasigiannguit avbyrgt eftir skottilburð, sum kostaði einum manni lívið. Grønlands Politi biðir um arbeiðsfrið í samband við kanningararbeiðið. Mynd: Privat.

Tað var í morgun klokkan 08.50, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan úr Qasigiannguit um, at ein 17 ára gamal maður hevði latið fleiri skot av við riflu í miðbýnum.

 

Stutt eftir kom eisini fráboðanin um, at ungi maðurin hevði dripið ein 61 ára gamlan mann, sum varð raktur við rifluni.

 

- Tá vit komu á staðið, upplýstu vitnir, at eitt fólk varð rakt av skotum, og at maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið í Qasigiannguit.

 

Grønlands Politi upplýsir, at tey síðan koyrdu heim á adressuna hjá unga manninum, sum sambært vitnum hevði skotið, og hesin varð handtikin uttan hóvasták.

 

Løgreglan heitti á fólk í Qasigiannguit um at hava hurðarnar stongdar, til mett varð, at støðan í býnum var undir eftirliti.

 

- Maðurin, sum er undir illgruna, er handtikin, og vit vænta, at hann í seinasta lagi fyrrapartin í morgin verður grundlógaravhoyrdur.

 

Grønlands Politi sigur, at tey fáa hjálp bæði úr Aasiaat og Ilulissat, umframt teknikarar úr Danmark, sum skulu verða til hjálpar í kanningararbeiðnum.

 

- Tað eru ongar aðrar fráboðanir komnar um, at onnur hava fingið skaða í samband við skottiburðin, og vit hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, sigur løgreglan.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Í morgun varð eitt størri øki í Qasigiannguit avbyrgt eftir skottilburð, sum kostaði einum manni lívið. Grønlands Politi biðir um arbeiðsfrið í samband við kanningararbeiðið. Mynd: Privat.

Her í Vesturgrønlandi liggur Qasigiannguit - ella Christianshaab.