Aftur eitt bakkast fyri fiskivinnuna í Suðuroy

Bæði Norrøna og Smyril broyta ferðaætlananina so at tað verður nógv truplari hjá fiskavirkjunum at arbeiða

Útflutningur av fiski

Suðuroy: Umstøðurnar hjá fiskivinnuni í Suðuroynni versna alsamt.
Og nú verður tað enn truplari hjá flakavirkjunum.
Orsøkin er, at ferðaætlanin hjá Norrønu verður broytt fyri at fáa sína ferðaætlan at passa saman.
Og tá ið Norrøna broytir ferðaætlan, noyðist Smyril eisini at broyta ferðaætlan.
Og tað er júst hósdagar, tá ið allur útflutningurin skal avstað, at ferðaætlanin verður broytt.
Higartil hevur Smyril siglt úr Suðuroy hósdagar klokkan 17.30.
Hetta er ein fiskivinnutúrur burturav, tí hendan túrin fer allur fiskurin, sum er virkaður í Suðuroy í vikuni, norður við Smyrli, so at hann kann fara av landinum við Norrønu.
Men nú verður hesin túrurin framskundaður í heilar teir tímar, so frá næsta hósdegi 15. januar at rokna, fer Smyril at silgla klokkan 15.30.
Hetta gevur fiskavirkjunum í Suðuroynni tveir tímar minni a arbeiða í.
Nógv av teimum, sum hava skil fyri fiskivinnuni hava sagt og skrivað, at besti máti hjá fiskivinnuni at yvirliva, helst í Suðuroy, er at leggja seg eftir at útflyta fesk fløk.
Men til tað krevst, at gott ferðasamband er niður á meginlandið, so at tað slepst av við fiskin.
Men tað, sum hendir er júst tað øvugta, at møguleikar at sleppa av við feskar fiskavørur alsamt versna.
Fyri nøkrum árum síðani sluppu virkini í Suðuroy av við fiskin fríggjadagar seinnapartar.
Men í 1996 varð Teistin seldur og tá helt beinleiðis skotlands siglingin hjá Strandferðsluni uppat.
Eftir tað fór Norrøna at flyta tann feska fiskin og síðani hevur Smyril verður noyddur at laga sína ferðaætlanin eftir Norrønu.
Í fyrstuni sigldi Smyril sostatt úr Suðury hóskvøld klokkan 19.Men síðani hevur Norrøna framskundað ferðaætlanina tvær ferðir og Smyril hevur verið noyddur at fylgt við.
Fyrst var fráferðin hjá Smyrli sostatt framskundað til klokkan 17.30, sum hon er nú, men nú verður hon so aftur frasmskundað tveir tímar afturat, til klokkan 15.30.

Høvdu onki val
Kristiani Davidsen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at Strandferðslan hevði onki val.
?Smyril Line hevur boðað okkum frá, at fráferðin hjá Norrønu verður framskundað og flyta vit ikki fráferðina hjá Smyrli tveir tímar, sleppa suðuroyingar ikki av við við fiskin yvirhøvur og tað hevði verið ein ólukka fyri vinnulívið.
Men hann ásannar eisini, at tað er ivaleysa óheppið, at fráferðin verður flutt tveir tímar, tí hann veit, hvussu stóran týdning, nettupp hesin túrurin seinnapartar hósdagar hevur fyri suðuroyingar.
Tað, sum nú hendir, er, at frá 10. januar verður ferðaætlanin hjá Norrønu broytt, so at hon framyvir siglir av Havnini hóskvøld kl 20.30 ístaðin fyri kl 22.00, tvs, at fráferðin er framskundað hálvanannan tíma
Sostatt kemur Smyril hereftir at sigla soleiðis hósdagar seinnapart frá 15. januar at rokna:
Av Drelnesi hósdag kl 15.30 (ístaðin fyri kl 17.30)
Av Havnini hóskvøld kl 19.00 (ístaðin fyri kl 21.00)