1. Ja nú er aftur eitt bakbit at hóma her í okkara oyggj, sum er illa fyri sum er.
Tað hevur ligið púra greitt politiskt, at tá sjúkrakassarnir fóru at verða niðurlagdir og ein nýggj umsiting skuldi gerast, ja so skuldi hon leggjast í Sandoy og kom hon at vera eini 7 til 8 fólk, sum hevði munað væl í Sandoynni, í staðinfyri at tosa um neyðhjálp til Sandoyarøkið.
Tá síðsta samgonga sat og formaði eitt samgonguskjal, var eg í einum av bólkunum, og fekk eg tað fest á blað, at tann umsitingin skuldi leggjast í Sandoy. Hatta nýtist ikki at standa har, tí hatta er ein avtala, varð sagt.
2. Tá flokkarnir komu saman aftur, varð sagt, at hatta er nátúrligt, men hygg nú, landsstýrismaðurinum heldur, tá hann var spurdur av fjølmiðlunum um hetta ikki átti at verið í Sandoy, svaraði hann, at tað kundi eisini verið í Nólsoy.
3. Í einum øðrum føri var aftur tosað um umsitingina av sjúkratrygd og hevði onkur nevnt, at hon kanska kundi verið í Suðuroy, tað var beint áðrenn strandferðslan varð flutt suður.
Tað var beinanvegin sagt at tann umsitingin skuldi í Sandoynna.
4. So nú fáa vit at síggja, hvat hendur, landsstýrismaðurin er komin fyri stuttari tíð síðan til sum landsstýrismaður, men tó hann hevur eisini hoyrt tann boðskapin, at sjúkratryggingin skuldi leggjast í Sandoy, ikki tí eg ynski Norðoyggjum alt tað besta.
Men hetta hevur verið ein óskrivað avtala, hana kenna allir mínir floksfelagar á tingi, eisini Aksel.