Heilsumyndugleikarnir í Kina kunngjørdu í gjár, at teur hava aftur funnið evnið melamin í ymsum mjólkarvørum. Sagt verður, at myndugleikarnir hava givið fleiri stórhandlum í Shanghai og fýra landspørtum boð um at koyra allar mjólkarvørurnar burtur.
Myndugleikarnir siga seg hava avdúkað, at í summum førum er talan um vørur, sum skuldu beinast burtur í sambandi við eiturgøluna í 2008, men sum eru pakkaðar umaftur og koyrdar aftur í handlarnar.
Í 2008 doyðu seks børn, og umleið 300.000 gjørdust sjúk, tí tey høvdu fingið mjólk við melamini í.










