Aftur ein venjari koyrdur

Premier League: Fyri áttandu ferð í hesum kappingarárinum er ein venjari koyrdur

Watford hevur koyrt venjaran, Claudio Ranieri, eftir bara tríggjar mánaðir við róðrið. Hann er annar venjarin hjá Watford, sum fær sekkin í hesum kappingarárinum, og tann áttandi í Premier League í hesum kappingarárinum.

 

Tað er einki nýtt í, at Watford koyrir venjaran. 70 ára gamli Claudio Ranieri er tann 15. venjarin, sum verður koyrdur í Watford síðani kappingarárið 2012/2013. Tó kann leggjast afturat, at Claudio Ranieri stóð á odda fyri átta dystum í Premier League, men tapti heilar sjey av teimum.

 

Listin av koyrdum venjarum í Premier League hetta kappingarárið telur nú Xisco Munoz (Watford), Steve Bruce (Newcastle), Nuno Espirito Santo (Tottenham), Daniel Farke (Norwich City), Dean Smith (Aston Villa), Ole Gunnar Solskjaer (Manchester United), Rafa Benitez (Everton) og nú Claudio Ranieri (Watford).

 

Fyribils favorittur at taka yvir er Roy Hodgson.