Tað er ikki lukkuligt, sum reyða kortið í hesi vikuni verður nógv brúkt í superliguni. Í gjár vistu vit at siga, at venjarin hjá botnliðnum Silkeborg, Benny Johansen, var uppsagdur. Og fyrrapartin í gjár hevði aftur eitt felag í Jyllandi reyða kortið á lofti.
Kim Poulsen fekk á fundi við leiðsluna í Viborg at vita, at hann var sagdur úr starvinum. Felagið kundi ikki liva við, at úrtøkan í fyrstu tólv dystunum bara hevur verið ellivu stig, og at liðið er á fjórði niðasta plássinum.
Nýggjur venjari í Viborg er Sørin Kusk. Hann hevur higartil í ár verið venjari í Randers Freja, har føroyingurin Atli Gregersen er í 1. liðs hópinum.
Tað er púra greitt, at í hvussu so er annað av liðunum í superliguni, sum í hesi vikuni hevur fingið nýggjan venjara, fer at fáa stig komandi sunnudag. Tá fær Silkeborg vitjan av Viborg!
At fleiri toppvenjarar í Danmark nú fara at ganga fyri einki, átti kanska at givið teimum í Fótbóltssambandinum okkurt gott hugskot um evni at vera landsliðsvenjari: Kim Poulsen, Benny Johansen og hví ikki Michael Laudrup?