Myndugleikarnir í Avstralia ávara nú sínar borgarar um, at vandin fyri yvirgangi í Evropa er størri nú, enn hann hevur verið. Sama ávaring er fyrr komin úr USA, Japan, Bretlandi og Svøríki.
Avstralska uttanríkisráðið sigur, at myndugleikarnir hava dagført vegleiðingina fyri fólk, sum ætla sær til Evropa. Millum annað verða fólk nú ávarað um møguligan vanda fyri yvirgangi í tí almenna flutningskervinum og við kend ferðamannapláss.
Amerikanska sjónvarpið Fox segði í gjár frá vesturlendskum fregnartænastum, at fleiri kend støð í Evropa so sum Eiffeltornið og Notre Dame-kirkjan í París og Brandenburger Tor í Berlin eru mál hjá yvirgangsmonnum, sum hava ætlanir um álop í Evropa.