Átta bumbuserfrøðingar doyðu, tá ein russisk vápnagoymsla fór í luftina í gjár. Hetta var onnur vanlukkan av hesum slagnum í hesum mánaðinum. Russisku myndugleikarnir siga, at teir átta menninir doyðu, tá teir vóru í ferð við at rudda eftir ein eldsbruna við ta somu vápnagoymsluna, sum fór í luftina tann 13. november.
Vanlukkan tann 13. november kostaði tvey mannalív, og umleið 10 fólk vórðu flutt á sjúkrahús.
Myndugleikarnir siga, at vanlukkan í gjár stóðst av, at ein granat brast, júst sum menn vóru í ferð við at ferma ein lastbil við lóðuri. Granatspreingingin elvdi til fleiri spreingingar.










