Fiskiskapur
Nú er aftur ein nýggjur trolari komin til Vágs.
Tað hendi fríggjadagin, tá ið rækjutrolarin, sum Jákup Olsen úr Vági og Eyðun Johannesen av Tvøroyri, hava keypt úr Íslandi.
Talan er um íslendska rækjutrolaran, Ice Cap, sum nú er keyptur til Føroyar. Hann eitur nú Hvannaberg og er skrásettur í Vági.
Leygardagin fór báturin tilk Havnar, har okkurt smávegis skal gerast við hann fyri at lúka krøvini frá Skipasýninum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Jákup Olsen sigur, at í hesi vikuni fer báturin suður aftur til Vágs at tak at taka lemmar, proviant og at bunkra og síðani fer hann til fiskiskap.
Tað verður Eyðun Johannesen, sum skal føra bátin og fyrst gongur leiðin eystur í Barentshavið á rækjuleiðirnar við Svaldbard. 14 mans verða við skipinum.
14 milliónir
Trolarin, sum nú er keyptur til Vágs, er bygdur í Noregi til Grønlands í 1978. Síðani er hann seldur til Íslands, haðani hann nú er komin til Vágs.
Báturin kostaði 14 milliónir at keypa, men Jákup Olsen heldur, at teir hava fingið ein góðan bát.
Tað er norski finansbankin, sum hevur fíggjað hann.
Talan er ikki um ein av teimum størstu rækjubátunum. Tað mesta, teir hava havt í hesum bátinum, eru 270 tons.
Nú verður nógv ført fram um, hvussu lágir rækjuprísirnir eru. Var hetta rætta tíðin at keypa rækjutrolara?
?Fiskaprísirnir hava altíð gingið upp og niður, so tað stúra vit ikki so illa fyri. Teir fara væl uppeftir aftur einaferð.
Hann sigur eisini at hóast hetta ikki er av størstu rækjutrolarunum, er hann ikki so lítil kortini, at tað skuldi verið nøkur forðing.
Hann vísur á, at talan er um eina lutfalsliga lítla íløgu.
?Fáa vit tað ikki at bera til við einum skipi fyri 14 milliónir, so vænti eg, at aðrir rækjutrolarar, sum kosta yvir 100, fáa tað enn truplari, sigur hann.
Hann sigur, at hann er so mikið stórur, at teir kunnu royna allastaðni við honum og hann hevur eisini fiskað á Flemmish Cap, har hann var mest, tá ið íslendingar høvdu hann.
Fyribils hevur báturin bara fingið fiskidagar í Barentshavinum, men Jákup Olsen vónar, at teir eisini fáa fiskiloyvi á Flemmish Cap.
Hann vísir á, at Ocean Pride, sum eisini er keyptur í flotan nýliga, hevur fingið fiskiloyvi á Flemmish Cap og hann væntar ikki, at Landsstýrið fer at viðgera suðuroyingar øðrvísi.










