Aftur ein útlendingur til KÍ

KÍ hevur nú fingið tríggjar nýggjar útlendskar leikarar til komandi kappingarár

Í seinastu viku boðaði KÍ frá, at felagið hevði fingið styrk av serbiska verjuleikaranum, Deni Pavlovic, og í hesari boðaði KÍ frá, at sáttmáli var gjørdur við framrættaða miðvallarin úr Montenegro, Boris Dosljak.

 

Og aftur í kvøld, hevur KÍ styrkt seg við útlendskum leikara. Norðlýsið skrivar, at KÍ hevur gjørt sáttmála við álopssinnaða danska leikaran, Ronni Møller-Iversen, ið kemur til KÍ úr danska Thisted, har hann hevur spælt seinastu árini.

 

Ronni Møller Iversen, ið er 23 ára gamal, hevur eina fortíð í Viborg og Ringkøbing eisini. Sáttmálin millum Ronni Møller Iversen og KÍ er galdandi fyri komandi kappingarár.