Fyrst var tað ein, síðani tveir og nú trígir. Sum tann triði og fyribils seinasti í røðini hevur senatorurin John Edwards nú boðað frá, at hann fer at royna at gerast valevni hjá demokratunum á forsetavalinum í USA í 2004.
Tann 49 ára gamli sakførarin stillaði fyrstu ferð upp til senatið í 1998 og varð valdur, og eygleiðarar halda, at hann er eitt kærkomið høvi hjá teimum nógvu demokratisku veljar-unum, sum hava sóknast eftir einum nýggjum andliti. Hinvegin viðganga summir eygleiðarar, at sakføraraútbúgvingin hjá John Edwards kann vera ein trupulleiki, tí nógvir amerikanarar hava lítið á lit á sakførarum.
Frammanundan hava John Kerry, senatorur í Massachusetts og Howard Dean, guvernørur í Vermount boðað frá, at teir eru til reiðar at dystast um at gerast forsetaevni hjá demokratunum. Hildið verður, at fleiri fara at kunngera tað sama tær næstu vikurnar.










