Aftur ein tikin fyri rúsdrekkakoyring

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna, og tá vórðu trý mál skrivað

Í einum bili, sum varð kannaður, var mistanki um rúsdrekkakoyring. Førarin varð handikin og blóðroynd varð tikin av honum, sum skal vísa, um hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Ein bilur varð steðagður, tí at nummarplátin ikki kundi lesast, helst tí hon var ov skitin. Tað gevur eina bót. 

– Tað er heldur sjáldsamt, at vit eru úti fyri tí. Nú stendur ikki, um hon var boygd ella um hon var so skitin, at hon ikki kundi lesast, sigur vakthavndi.

Síðani var ein fráboðan um eina súkklu, sum varð stolin í Havn. Tað málið verður kannað nærri í dag.