Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga móti Írlandi og komandi dagarnar koma væntandi fleiri brúgvaløg fram við okkum av útsynningi. Mikudagin og hósdagin byrjar lágtrýstið spakuliga at fara í ein eystan og fer framvið eystan fyri Føroyar. Tí fara køld luft og vetraræl at streyma inn yvir Føroyar av norðri, men nærri vikuskiftinum nærkast lágtrýst og brúgvaløg aftur av útsynningi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, snarar av suðri og landsynningi samt makar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, um náttina snarar hann av landsynningi. Fyrrapartin fer at klára í, tó onkur sólglotti, men sum frá líður eisini okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein norðan. Stundum ælaveður, me eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Hósdagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum seinni fer yvir í kava. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Framvegis okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi, men eisini sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin av landsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrt turt og stundum klárt, men seinni skýggjað. Hitin millum 5 kuldastig og frostmarkið, men um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Leygardagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið og náttina snarar í ein vestan og øtlar upp í storm, um 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s, harðast á syðru oyggjunum. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, men út á dagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.