Partafelagið Regn á Toftum eigur nú aftur ein Stapa. Felagið hevur keypt línuskipið Eystnes fyri Stapan, sum felagið seldi einum felagi í Noregi. Nýggi Stapin er bygdur í 1975 og hevur havt heimstað á Strondum tey seinastu seks árini.
Skipið hevur fiskiloyvi í bólki III, og harumframt hevur skipið loyvi at fiska botnfisk undir Íslandi, skrivar Nes kommuna á sínari heimasíðu.