Aftur ein stak friðarlig vikuskiftisnátt

Bæði síðstu og næstsíðstu nátt hevur løgreglan havt lítið og einki at gera í býnum.

Hóast nógv fólk var í býnum leygarkvøldið, gekk alt - um vit skulu brúka løgregluna sum barometur - friðarliga fyri seg.

 

- Her var okkum kunnugt einki harðskapsmál, og eingin varð tikin fyri at koyra við kenning, segði løgreglan gjáramorgunin.

 

Í morgun sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, at síðsta nátt eisini var stak friðarlig.

 

- Vit hava at kalla einki havt at gera í býnum, og heldur ikki síðstu nátt er nakar tikin fyri at koyra við kenning.

 

Løgreglan ásannar, at vikuskiftini fella ymiskt, men tað er ikki so óvanligt, at tey verða boðsend á dansi-og skeinkistøð, tá nógv fólk savnast, og lagið kanska er betri enn gott.

 

- Vit kunnu bara staðfesta, at hesar seinastu tvær vikuskiftisnæturnar hava verið stak friðarligar, sigur vaktleiðarin.