Aftur ein stórsigur til føroysku kvinnurnar

Føroyska kvinnulandsliðið hevur skorað 10 mál í tveimum dystum

Fótbóltur

 

Føroyska kvinnulandsliðið gjørdi aftur eitt bragd í gjár, tá tær vunnu 6-2 á Luksemborg yviri í Litava. Um vikuskiftið vunnu føroysku kvinnurnar 4-1 á vertslandinum, Litava.

Dysturin endaði 6-2 eftir 3-1 í hálvleikinum. Føroysku kvinnurnar vóru - hóast summir av spælarunum máttu melda frá vegna sjúku - suverent nógv betur enn liðið úr Luksemborg. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt landslið í einari kapping, sum er fyriskipað av UEFA ella FIFA skorar 10 mál í tveimum dystum.

Stóri málslúkurin í gjár var unga Mona Breckmann úr AB. Mona, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst, tá hon varð skift inn móti Litava leygardagin. Og sigast má, at Mona hevur tikið av møguleikanum hon hevur fingið. Hesa feðr við einum flottum hattrick’ið. Heidi Sevdal fekk tvey mál, og veteranurin, Malena Josephsen fekk eitt mál. Av sonnum eitt flott avrik.

 

Málskjúttarnir vóru hesir:

1-0 4´ Heidi Sevdal

2-0 6´ Mona Breckmann

2-1 20´

3-1 42´ Heidi Sevdal

4-1 53´ Mona Breckmann

4-2 72´

5-2 77´ Mona Breckmann

6-2 78´ Malena Josephsen (br.)