Aftur ein skottilburðurí amerikonskum skúla

Byrsumaðurin skjeyt eina 16 ára gamla gentu og síðani seg sjálvan.

Maðurin tók seg inn í skúlan í býnum Bailey nærhendis Denver seinnapartin í gjár og tók seks gentur gíslar í einari skúlastovu. Tað eydnaðist løgregluni at fáa hann at lata fýra av gentunum leysar í gjárkvøldið, men hann sýtti fyri at lata tær báðar seinastu sleppa út.

-Nakað seinni bleiv hann illur, og vit gjørdu av at herja á, sigur talsmaðurin hjá løgregluni í Bailey, Lance Clem, við CNN.

Løgreglan tveitti eina granat inn í skúlan fyri at ørkymla mannin, men menso hendi júst tað, sum løgreglan ikki hevði vónað. Maðurin tók byrsuna, skjeyt ta 16 ára gomlu Emily Keyes og síðani seg sjálvan. Emily var á lívi, tá løgreglan kom inn í skúlastovuna, og hon bleiv alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, men doyði har í nátt.

Enn hevur løgreglan ikki sagt, hvør álopsmaðurin var, ella hví hann fór inn í skúlan í Bailey við byrsu.

Bailey er 56 kilometrar í útsynning úr Denver og tætt við Jefferson County, har tveir skúladreingir skutu 13 fólk á Colombine High School í 1999 og síðani seg sjálvar.