Mánadagin kemur aftur ein nokk so kendur sjónleikari til Føroya at stuðla Sea Shepherd í stríðnum ímóti grindadrápi. Hesa ferð er tað skotin, Ross McCall, sum kemur hendavegin og hann steðgar til hósdagin.
Hann hevur spælt í nøkrum sendirøðum, eitt nú Band of Brothers, har hann hevði leiklutin sum Joseph Liebgott. Hann var eisini við í 24: Live Another Day og White Collar.
Sea Shepherd sigur, at 38 ára gamli Ross McCall kemur til Føroya seinnapartin mánadagin og hann fer at ferðast kring landið við Sea Shepherd fólkunum týsdagin og mikudagin.
Men hann ætlar eisini at sleppa í ein skúla at tosa við næmingarnar um týdningin av at verja heimshøvini. Sjálvur er Ross McCall ógvuliga áhugaður í fótbólti og hann er íðin Celtic viðhaldsmaður.
Og Sea Sheperd sigur, at liggur tað fyri, ætlar Ross McCall at skipa fyri fótbóltsdysti ímillum føroyingar og mótmælisfólk frá Sea Shepherd, tí tað er nevniliga komið honum fyri oyrað, at føroyingar eru líka óðir uppi í fótbólti, sum hann sjálvir.
|