Aftur ein sjálvmorðsbumba í Afghanistan

Minst 36 fólk lótu lív í einari sálvmorðsatsókn í Kandahar í Afghanistan í dag. Álopið var ætlað kanadiskum hermonnum Myndugleikarnir siga, at tríggir kanadiskir hermenn vórðu særdir av bumbuni, sum kravdi minst 36 mannalív og særdi minst 27.

Álopið var í býnum Spin Bolak í Kandahar-landslutinum har suðuri í landinum, og myndugleikarnir ivast ikki í, at bumbumaðurin ætlaði at beina fyri nøkrum kanadiskum hermonnum, sum vóru har.

Í gjár kravdi ein sjálvmorðsbumbuatsókn meiri enn 100 mannalív í Kandahar. Hetta var tann ringasta atsóknin, síðani Taliban varð rikið frá í 2001. Atsóknin var sambært eygleiðarunum eitt tekin um, at Taliban er í menning har suðuri í Afghanistan.