Skipskeyp
Nú er aftur ein rækjutrolari komin til Vágs.
Tað eru Jákup Olsen, sum hevur keypt ein brúktan rækjutrolara úr Íslandi. Trolarin er yvirtikin, hevur fingið føroyskt flagg og er skrásettur í Vági. Hann eitur nú ?Hvannaberg?.
Jákup Olsen, sigur, at trolarin er keyptur fyri 14 milliónir frá einum felag í Íslandi, sum fór á húsagang. Men sjálvur hevur trolarin verið skrásettur á San Vincent. Hann hevur mest fiskað á Flemish Cap, men onkran túr hevur hann verið við Svalbarð.
Tá ið íslendska felagið fór á húsagang, varð báturin lagdur í eitt norskt felag, haðani hann nú er keyptur til Vágs.
Hetta er ein 22 ára gamal bátur, sum á sinni varð bygdur í Noregi til Grønlands. Seinni er hann so aftur seldur íslendska felagnum.
Talan er um ein av teimum smærru rækjutrolarunum. Hann tekur 250 tons, men hann hevur fulla verksmiðju umborð.
Jákup Olsen væntar, at góðir møguleikar eru at fáa tað at bera til við nýggja bátinum, tí væl er hann lítil, men afturfyri er hann heldur ikki serliga dýrur.
Báturin hevur fingið fiskiloyvi frá landsstýrinum og fer mest at fiska við Svaldbarð og í russiskum og norskum sjógvi. Og tað er hann góður til, sigur Jákup Olsen.
Báturin skuldi fara úr Reykjavík í gjárkvøldið til Skagen, har hann skuldi til eftirlit fyri at verða góðkendur, Tað var norskr seljarin, sum treytaði sær, at báturin fór á skipasmiðju í Skagen.
Jákup Olsen væntar at hann verður klárur at fara til fiskiskap um einar tvær vikur. Tað vera 14 mans við honum. Skipari verður sandvíkingurin, Eyðun Johannesen, sum býr á Tvøroyri, hann er eisini ein av eigarunum.
Mugu bjarga kvotuni
Annars hevur tað verið ikki sørt av mótstøðu ímóti at fleiri rækjbátar koma til landið, tí sagt verður, at grundarlag er ikki fyri fleiri skipum.
Hesum er Jákup Olsen ikki samdur í.
?Tað er altavgerandi , at vit brúka teir fiskidagar, okkum er tillutað, tí annars eru tað stór virði, sum gleppa okkum av hondum og tað kann ikki forsvarast. Ongin tosar um, at vit hava mist fiskidagar til eini fimm rækjuskip, tí vit hava ikki brúkt teir dagar, okkum er tillutað. Tað er púra greitt, at hini londini skerja okkara fiskidagar, tá ið vit kortini ikki brúka teir dagarnar, sum vit fáa tillutað.
Jákup Olsen sigur, at fyri nøkrum árum síðani høvdu føroyingar 2.700 dagr við Svalbarð. Nú hava vit bara 1.300 eftir. Orsøkin til at vit hava mist so nógvar dagar, er tí at vit ikki hava brúkt teir, sigur Jákup Olsen.