Ávísin, The Telegraph, veit at siga, at Pavel Antov varð funnin deyður sunnukvøldið, eftir at hann var dottin av triðju hædd á marglætishotellinum, Hotel Sai International.
Hann varð funnin liggjandi uttan fyri hotellið, sum liggur í Odisha-landslutinum í India. Hildið verður, at hann var her og hátíðarhelt sín 66-ára føðingardag.
Hetta er annað deyðsfallið á sama hotelli í eina viku, eftir at Vladimir Bidenov, sum var í sama ferðalag, varð funnin deyður í sínum hotelkamari hin 22. desember.
Ein ónevndur løgreglumaður í økinum skal hava sagt fyri tíðindastovuni, India NDTV, at Pavel Antov helst hevur tikið sítt egna lív, tí hann syrgdi vinmannin, Vladimir Bidenov.
Pavel Antov skal hava verið limur í politiska flokkinum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Í juli legði hann út á sosiala miðilin, Whatsapp, eini boð, har hann fanst at russisku rakettálopunum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og her kallaði hann álopini "terrorismu".
Stutt eftir, at boðini vórðu løgd út, bað Pavel Antov um umbering og segði, at tað var onkur annar, sum hevði lagt boðni út - og ikki hann sjálvur.
The Telegraph veit at siga, at Pavel Antov legði eini nýggj boð út á miðilin, har hann segði, at hann var viðhaldsmaður hjá Vladimir Putin og russiskur fosturlandsvinur.
Hann segði seg tá eisini vera samdan við Kreml um innrásina í Ukraina.
Russiski sendimaðurin í Calcutta í India, Alexei Idamkin, sigur sambært russisku tíðindastovuni Tass, at illgruni er ikki um, at nøkur brotsgerð er framd ímóti Pavel Antov.
Vit kunnu leggja aftrat, at fleiri russiskir andstøðingar eru deyðir á løgnan og illgrunaverdan hátt, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár.
##med2##