Stutt eftir at Citroën C4 Picasso við upp til 7 sitiplássum er komin á marknaðin, er aftur ein C4 Picasso við fimm sitiplássum á veg. Hesin er eitt sindur minni enn tann sum við 7 sitiplássum, sum nú fær navnið Grand C4 Picasso.
Tá hesin nýggi er komin á marknaðin fáast Citroën Picasso sostatt í trimum ymiskum støddum: Xsara Picasso (gamla modellið), sum 4,27 m langur, C4 Picasso v.5 sitiplássum ið er 4,47 m langur og Grand C4 Picasso v. 7 sitiplássum og er 4,59 m langur.
Hesin C4 Picasso er 4,47 m langur, 1,83 m breiður og 1,66 m høgur.
C4 Picasso til 5 persónar er næstan sami bilur sum Grand C4 Picasso, men umframt tað at hann er styttri er hann heldur ikki eins aftan, bæði designið og lyktirnar eru heilt øðrvísi.
Designið er smart í røttum Citroën stíli. Eins og Grand C4 Picasso er hesin eisini sermerktur við óvanliga stórum forrúti, sum gongur langt inn á takið og smala A-stólpanum og stóru síðurútunum, sum geva gott útsýni hjá bilføraranum og verja ímóti óneyðugum blindvinklum.
Nógv er gjørt burtur úr undirvogninum og koyrieginleikunum, og bilurin kann fáast við luftfjaðraskipan aftan.
Tað er familjan hjá heimskenda listamanninum Pablo Picasso, sum hevur givið Citroën loyvi til at brúka navnið Picasso.
Nær C4 Picasso kemur á marknaðin vita vit ikki enn. Prísin kenna vit heldur ikki, men bíligasti Grand C4 Picasso til 7 persónar kostar undir kr. 250.000, so hesin verður nokk ikki dýrari.










