Sjálvur hevur hann ikki nóg gott skil á merkingum, men hann heldur seg kortini duga at síggja, at haran er merkt “hálvt frá hálsi í høgra oyra”. Tað er annars óvanligt, at menn fáa merktar harur, men fyrr í mánaðinum fekk ein maður eina merkta haru í Skáltahaga í Klaksvík. Okkurt bendir á, at henda haran í Skáltahaganum ikki var av Borðoynni men av Viðoynni. Møguliga er hon komin eftir byrgingina um Hvannasund. Aðrir meta hinvegin, at hon helst er merkt við tí merkinum, sum hoyrir til Múlahaga. Enn er kortini ógreitt, hvaðani henda haran á Velbastað er.









