Aftur ein lækni tikin

Uppaftur ein lækni er tikin í sambandi við bretska yvirgangsmálið. Nú eru átta fólk tikin í sambandi við yvirgangsmálið í Bretlandi, og sambært tíðindunum eru tríggir læknar teirra millum.

Tað áttanda fólkið er tikið í Avstralia, og John Howard, forsætisráðharri, sigur, at talan er um ein lækna við indiskum passi.

-Løgreglan hevur tikið ein lækna í sambandi við yvirgangsmálið í Bretlandi. Hann er indiskur ríkisborgari, sigur avstralski forsætisráðharrin. Hann vildi ikki siga meiri um málið.

Avstralskir fjølmiðlar skriva, at tann 27 ára gamli læknin hevur arbeitt í Bretlandi fyrr.