Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, veit í dag at siga, at ein nýggur korona-tilburður nú eisini er staðfestur í Ilulissat. Hetta upplýsti hann á tíðindafundi í Grønlandi í dag, og tað er Sermitsiaq, sum ber tíðindini.
Landslæknin upplýsti, at persónurin, sum nú er staðfestur smittaður, varð kannaður fimm dagar eftir, at viðkomandi var komin til Grønlands, og tað vísti seg, at royndin var positiv. Kortini varð viðkomandi staðfestur negativur, áðrenn hann fór til Grønlands.
Henrik L. Hansen visti eisini at siga, at viðkomandi, sum nú hevur fingið staðfest korona, hevur tað gott, og landslæknaembætið er í holt við at smittuspora. - Hetta gera vit saman við løgregluni, og vit vilja tryggja, at tey, sum hava verið í samband við persónin, fara í sóttarhald heima við hús.
Landslæknin segði eisini, at talan er um fólk, sum arbeiða við at byggja flogvøll í Grønlandi, og tískil er bólkurin av fólki, sum hesin hevur verið saman við, avmarkaður. - Hetta er ikki eitt mál, sum órógvar okkum. Eg eri vísur í, at vit megna at byrgja upp fyri smittuspjaðing í hesum førinum, segði landslæknin, Henrik L. Hansen.
Hetta er tískil annar tilburðurin av korona-virus, sum er staðfestur í Grønlandi innan fáar dagar. Herfyri varð nevniliga ein persónur í Aasiaat eisini staðfestur positivur, eftir at viðkomandi varð testaður negativur við fráferð úr Danmark til Grønlands.
Tað gingu einir 50 dagar frá tí, at Grønland hevði tilburð nummar 11 - og øll vóru vorðin frísk aftur - til hin fyrsti nýggi tilburðurin kom undan kavi nakrar dagar herfyri í Aasiaat. Tað var ein persónur, sum hevði verið sjúkur í Danmark, men sum síðan varð staðfestur frískur.
Tá persónurin aftur varð kannaður við heimkomu í Grønlandi, vísti tað seg, at hann hevði korona-virus í sær. Landslæknin helt tá, at hetta helst hevur verið virus, sum hevur sitið eftir í svølginum, eftir at persónurin hevði ligið við korona-virus í Danmark.











