Aftur ein KÍ?Íari í høvuðsstaðnum

Miðvallarin Jóhannes Færø, sum í fjør var ímillum teir bestu á næstbesta KI liðnum, kom sunnudagin á besta liðið, tá HB vann 4?1 í Miðvági

 

Fótbóltur


Tað gongst illa hjá KÍ, men tað gongst væl hjá nógvum klaksvíkingum, sum spæla fótbólt.

Vit kenna Heðin á Lakjuni í B36, og vit kenna Allan Mørkøre og Rógva Jacobsen í HB. Og sunnudagin slapp enn ein klaksvíkingur sær upp í part á øðrum av bestu liðunum í høvuðsstaðnum.

Hesa ferð er talan um miðvallaran Jóhannes Færø. Hann varð skiftur inn á HB liðið í Miðvági, tá tað restaðu sekstan minuttir. Ion Geolgau hevur lagt til merkis, at miðvallarin hevur staðið seg væl á næstbesta HB liðnum, sum hevur verið oddalið í 2. deild, og venjarin gav klaksvíkinginum møguleikan í fyrsta dystinum, sum hann sat á beinkinum.

Jóhannes Færø, sum er 21 ára gamal, hevur ongantíð spælt á besta KÍ liðnum í landskappingini. Í fjør spældi hann fjúrtan dystir í 2. deild, og hann skoraði fimm mál. Í ár høvdu teir ivaleyst havt brúk fyri raska unga manninum í Klaksvík. Men hann er undir útbúgving í høvuðsstaðnum, har hann umframt at arbeiða eisini gongur í skúla. Tískil hevur hann valt at spæla fótbólt í HB í staðin fyri at ferðast til Klaksvíkar at venja, og tað tykjast Ion Geolgau og teir at fegnast um.

Nú eru fýra spælarar, sum eru uppaldir í KÍ, og sum ivaleyst høvdu verið sjálvskrivaðir á besta KÍ liðnum, í høvuðsstaðnum, og í løtuni tykist gongdin meiri at vera tann vegin, at talið fer at økjast, heldur enn at onkrir av fyrrverandi KÍ spælarunum aftur fara at umboða barndómsfelagið.