Løgreglan í Meksiko hevur funnið enn eina hópgrøv, har rúsevnaharkalið hava jarðað síni offur. Higartil er løgreglan komin fram á 38 lík, sum eru tikin upp úr hópgrøvini og flutt til eitt líkhús.
Sagt verður, at drápsmenninir hava sett eld á summi lík, og tí er tað torført at fáa staðfest, hvørjir teir myrdu eru.
Í seinastuni hevur meksikanska løgreglan funnið fleiri hópgravir, sum rúsevnaharkalið hava brúkt. Løgreglan hevur eisini funnið fleiri lík, sum drápsmenninir hava fjalt í námum og aðrastaðni.
Meksikanska stjórnin sigur, at tey seinastu fýra árini hevur stríðið millum tey sera harðrendu rúsevnaharkaliðini kostað meiri enn 25.000 mannalív.










