Ein gamal fyrisveinur afturat er á veg ímóti jørðini, og serfrøðingar ávara um, at vandin fyri einum óhappi er størri nú, enn tá tann amerikanski UARS datt niður leygarnáttina.
Hesaferð er talan um týska fylgisveinin Rosat, sum var teleskop hjá týsku rúmdarstøðini DLR frá 1990 TIL 1999. Fylgisveinurin, sum vigar 2,4 tons, hevur ongar rakettir, og tí ber ikki til at stýra fylgisveininum niður á jørðina.
Týsku rúmdarmyndugleikarnir duga ikki at siga, nær Rosat dettur niður á jørðina, men útrokningar vísa, at hann væntandi kemur ígjøgnum atmosferuna síðst í oktober.