Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevði lítið at siga um hendingina nú um miðdagin, men legði aftrat, at tey helst fara at koma við einari kunning.

Enn einaferð hevur eitt ferðsluóhapp verið við brúnna um Streymin, og hetta hendi fyrrapartin í dag.

 

Tá In.fo hevði vaktleiðaran á løgreglustøðini í telefonini um middagsleitið, høvdu tey fyribils lítið at siga um hendingina.

 

- Men, vit fara helst at koma við einari kunning seinni, segði vaktleiðarin, sum váttaði, at her hevði verið eitt ferðsluóhapp.

 

Sambært Kringvarpi Føroya eru tríggir sjúkrabilar við løgreglueskortu komnir til Landssjúkrahúsið.

 

- Talan er um trý fólk, sum eru flutt á Landssjúkrahúsið, visti KvF at siga fyri løtu síðan.