Aftur ein drukkin skipari

Danska løgreglan fekk í gjárkvøldið boð um, at russiska farmaskipið Amethyst, sum var á veg norður ígjøgnum Oyrasund, hevði ilt við at halda kósina. Tað var sjóverjan, sum boðaði frá, og har fingu tey illgruna um, at skiparin mundi vera drukkin.

Tá tað 90 metrar langa skipið var statt nakað norðan fyri havnina í Keypmannahavn, fekk tað boð um at steðga, og løgreglan setti fólk umborð. Tey vóru ikki í iva um, at skiparin var ávirkaður, so hann bleiv handtikin og blóðroynd tikin av honum.

Løgreglan bíðar nú eftir at fáa at vita, hvussu stór promillan hjá russiska skiparanum var, tí tað er avgerandi fyri, hvør revsingin verður. Hann kann enda í varðhaldinum ella fáa bót, sigur løgreglan við DR.

Hetta er aðru ferð í hesum mánaðinum, at danska løgreglan hevur tikið ein russiskan skipara fyri at sigla fullur. Tann fyrri skiparin, sum bleiv tikin úti fyri Norðursjællandi, fekk 30 daga fongsul og varð útvístur úr Danmark.