Taha Yassin Ramadan, sum var varaforseti í Irak, varð í dag dømdur til deyða. Hóast ST og fleiri altjóða felagsskapir hava mótmælt deyðadómunum í Irak, fall aftur ein deyðadómur í dag. Hesaferð var tað Taha Yassin Ramadan, fyrrverandi varaforseti hjá Saddam Hussein, sum bleiv dømdur til deyða.
-Guð veit, at eg havi ikki gjørt nakað skeivt, segði Ramadan, beint áðrenn hann bleiv dømdur til deyða fyri at vera samsekur í, at 148 shiamuslimar vórðu fyribeindir í býnum Dujail í áttatiárunum.
Dómarin legði afturat, at fyrrverandi varaforsetin skal í gálgan.









