Aftur ein demodagur í Hoyvík

Visti tú, at merkið Festool hevur sín uppruna heilt afturi í 1925?

Eins og undanfarin ár verður demodagur í Handverkarabúðini hjá Bygma Balslev í Hoyvík, sum serliga er ætlað handverkarum.

 

Hesaferð verður tiltakið seinnapartin hin 25. februar, sum er mikudagin, og tá fer Jakob Quaade frá Festool í Danmark at vísa fram nýggj amboð av merkinum Festool.

 

Merkið Festool hevur sín uppruna heilt afturi í 1925, tá Gottlieb Stoll stovnaði virkið Festo. Í 2000 varð navnið broytt til Festool. 

 

Festool er veitari av professionellum el-amboðum til fakmannin, sum leggur seg eftir at hava høga dygd og at veita fullfíggjaðar arbeiðsskipanir og loysnir.

 

Fleiri nýggj amboð eru komin á marknaðin seinastu árini frá Festool.