Aftur ein bumbuhóttan í Bornholm

Stutt eftir at tvær deildir hjá Danske Bank í Bornholm vórðu kannaðar fyri bumbur, var aftur ein bumbuhóttan í donsku oynni.

Radisson Blu Hotel Fredensborg í Rønne fekk eitt teldubræv, sum segði, at ein bumba var á gistingarhúsinum, og at hon fór at spreingjast millum klokkan 14 og 15.

Eisini henda hóttanin vísti seg at vera tóm. Fólk á gistingarhúsinum og nærindis vórðu burturflutt, og løgregla við servandum bumbuhundum kannar gistingarhús og parkeringsøki.

Peter Jørgensen, politikommisserur, veit ikki at siga, um henda síðsta bumbuhóttanin kann setast í samband við hinar báðar fyrru.

- Vit eru enn í ferð við at kanna málið. Enn er alt ov tíðliga at siga nakað um samband millum hesi málini, sigur hann við TV2.