Aftur eftir havhestabáti leygardagin

Havhestatíð er í hesum døgum og tað merkir, at meira virksemi enn vanligt er á sjónum, nú fólk síggja ein møguleika at fáa fatur á havhestum Tað merkist eisini hjá bjargingarfeløgum kring landið, ið verða biðin um at hjálpa bátum, tá teir fáa ymiskar trupulleikar á sjónum.


Í farnu viku vóru boð tvær ferðir eftir Rescue Lív fyri at hjálpa havhestabátum, ið vóru steðgaðir upp.


Les eisini: Sleipaðir heim av havhestaveiðu


Hósdagin sleipaði Rescue Lív ein bát, ið var steðgaður upp út fyri Mjóvanes aftur til Argir, tá báturin var á veg heim frá havhestaveiðu, og leygardagin vóru aftur boð eftir bjargingarbátinum. Tá var tað ein bátur, ið somuleiðis var á havhestaveiðu, ið var steðgaður upp út fyri Æðuvík.


Hjálpin var skjót á staðnum. Í samband við venjing var Rescue Lív longu í Nólsoyarfirði og var hjá uppsteðgaða bátinum innan 15 minuttir eftir fráboðanina.


Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at tað er ikki óvanligt um hesa tíð, at bátar, ið kanska hava ligið leingi, fáa trupulleikar.


- Tað eru fleiri, ið fara eftir havhesti. Men um báturin kanska hevur ligið í eina tíð, so er tað nokk so vanligt, at teir kunna fáa okkurt maskinbrek, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.