Aftur dumpaði Strandferðslan

So hendi tað aftur. Aftur mikumorgunin dumpaði Strandfaraskip Landins í tænastu og upplýsing. Og einaferð afturat má ásannast, at landsstýrið - sum jú hevur ábyrgdina í síðsta enda - er ikki búgvið at umsita tey stóru málsøkini sum Strandferðslan, Postverkið og Heilduverkið eru.

Eftir tí ferðaætlan, sum Strandfaraskip Landsins hava latið fólki, nú ferju- og farmaskipið Claymore siglir um tann streymharða Suðuroyarfjørð, stendur greitt: Av Drelnesi - Onsdag kl. 7.00. Eingi viðmerking sum t.d. ávísing til vanligu ferðaætlanina hjá Strandferðsluni ávísar dagar. Tað kundi verið sett upp á eykaferðaætlanini, sum er útflýggjað fólki.


Men gjáramorgunin, sum í hugaheiminum hjá flestu suðuroyingum og føroyingum var ein vanligur mikudagur, fór Claymore frá bryggju á Drelnesi klokkan 6 - ella ein tíma fyrr enn ásett í útflýggjaðu ferðaætlanini. Avleiðingin var, at tá fólk komu á Drelnes áðrenn klokkan 7, var eingin Claymore, tí tá var hann komin norður um Stóru Dímun.


Eitt er, at hurlivasi tekur seg upp, tá eitt avloysaraskip verður sett at sigla og ein nýggj ferðaætlan verður sett í gildi. Men eitt annað er, at hetta endurtekur seg nú tríggjar vikur, eftir at avloysaraskipið fór at sigla. Hetta líkist púrasta ongum og slíkt eigur at fáa myndugleikarnar at rannsaka seg sjálvar. Tað veri seg bæði í Vinnumálastýrinum og á Strandfaraskipum Landsins.


Á hesum stað hevur áður verið víst á, at tað er politiski myndugleikin, sum hevur avdúkað sín ódugnaskap í samband við, at avloysaraskip skuldi fást fyri Smyril. Hetta komst av, at málið varð tvinnað saman við eykajáttan til Strandfaraskip Landsins. Men her skal vera víst á, at tað er ikki vanligt, at Strandferðslan søkir um eykajáttan til eitt avloysaraskip fyri t.d. Smyril.


Hetta merkir, at ábyrgdin eisini liggur á sjálvum stovninum. Í øllum førum er tað stovnurin, sum ikki veitir nóg góða tænastu og upplýsing. So sent sum týsdagin upplýsti Strandferslan, at Claymore sigldi klokkan 7, hóast hann fór klokkan seks. Harafturat skilst, at so seint sum mikumorgunin var upplýsingin á Strandferðsluni ikki kunnað um hurlivasan. Hesi viðurskifti má stovnurin fáa upp á pláss, tí slíka tænastu kann ein almennur stovnur ikki bjóða fólki í hesum samskiftistíðum.starv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.

Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.

-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.

Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.

Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.


Drúgvur burður

Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.

-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,

sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.

 -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera  innan fyri Skandinavia.

-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.