Í dag vitjar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen í Føroyum. Í morgun er fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og danska verjumálaráðharran.
Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Tinganesi mánamorgunin kl. 9.15.
Seinni fyrrapartin hittir verjumálaráðharrin somuleiðis Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Fríggjadagin vitja danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum eisini hevði fundir við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanlandsmálum, og við Løgtingsins uttanlandsnevnd.
##med2##
Troels Lund Poulsen hevur saman við Stephanie Lose tikið við leiðsluni í danska Vinstra flokkinum, meðan formaðurin, Jakob Ellemann-Jensen, er sjúkrameldaður við strongd.