Aftur á bumbustaðið

Tveir menn, sum eru skuldsettir fyri at hava verið uppi í bumbuatsóknini á Bali, skulu nú greiða løgregluni frá, hvussu teir framdu atsóknina

Tveir menn, sum indonesiska løgreglan hevur tikið og skuldsett fyri at hava verið uppi í teirri ógvusligu bumbuatsóknini á frítíðaroynni Bali í oktober í fjør, komu í gjár aftur til Bali. Atsóknin kostaði næstan 200 mannalív.
Báðir menninir hava viðgingið, at teir høvdu við atsóknina at gera, men tað er ikki greitt, hvønn lut teir høvdu í henni. Kortini vil løgreglan vera við, at annar maðurin, Ali Imron, koyrdi tann lítla vøruvognin, sum fór í luftina uttan fyri eina matstovu á Bali tann 12. oktober. Løgreglan heldur, at tað var hann, sum setti vøruvognin uttan fyri matstovuna.
Fyrrakvøldið vórðu Ali Imron og hin skuldsetti maðurin fluttir til Bali, har løgreglan ætlar at fáa teir at vísa, hvussu álopið varð lagt til rættis.