Á bygdaráðsfundi á Eiði í gjár varð Tom Joensen valdur til virkandi borgarstjóra. Fyri aðru ferð í hesum valskeiðinum hevur Eiðis kommuna skift borgarstjóra.
Fyrst fór Tordur Niclasen frá, og Anfinnur Kruse tók við sum fyribilsvaldur borgarstjóri. Men í gjár legði hann frá sær av persónligum orsøkum, og í hansara stað valdi bygdaráðið Tom Joensen, sum var varaborgarstjóri frammanundan, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu.
Tom Joensen er fyrstilærari á Eiði. Hann varð fyrstu ferð valdur í býgdaráðið á kommunuvalinum í 2004.