So er tað politiska barometrið í Danmark aftur farið til høgru. Ein nýggj meiningakanning, sum Rambøll hevur gjørt fyri Jyllands-Postin, vísir, at hevði fólkatingsval veriðí dag, høvdu teir borgarligu flokkarnir fingið meiriluta.
Hetta er fyrstu ferð í tríggjar mánaðir, at ein meiningakanning gevur teimum borgarligu meiriluta. Men meirilutin hevði verið tepur, 50,2 prosent.
Kanningin vísir, at Socialdemokratarnir og Konservativi Fólkaflokkurin hava mist veljarar í seinastuni. Hinvegin hava Liberal Alliance og Danski Fólkaflokkurin framgongd, og tað er framgongdin hjá teimum, sum tryggjar teimum borgarligu meiriluta, sigur TV2.
Rambøll-kanningin vísir, at konservativi flokkurin hevði fingið 6,6 prosent av atkvøðunum, hevði val verið nú, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani í nítiárunum, tá flokkurin var ósamdur innanhýsis.