Hugflogið var aftur framúr hjá fjepparum kring alt landið, tá sendingin "Triði Hálvleikur" var á Rás2 sunnukvøldið.
Hesaferð vunnu ein Skála-fjeppari og ein Suðringa-fjeppari hvør sítt atgongumerki til Boybandkvøldið, sum verður í høllini á Hálsi í Havn komandi leygarkvøld.
Vinnarasms´ini vóru soljóðandi:
"Lýsing frá HB: Framyvir ynskast dystirnir spældir um kvøldið, tí stjørnurnar síggjast ikki um dagin." og
"Tað eru altíð tvey stig heitari sunnanfjørðs"
Onnur góð og beinrakin sms, sum komu inn til sendingina vóru:
"Hví spæla KÍ-leikararnir í gaggum, bólturin er ongantíð niðri á jørðini?"
"Øll hasi innkøstini hjá KÍ eru gull verd fyri hagtølini hjá Jákupi Ósa á Norðlýsinum at spæla sær við"
"Man ikki misálit fer at blíva lagt á fyrrverandi løgmann aftaná dystin í dag?"
"00 Vestur"
"Bárður Hansen prikaði ikki nógv í dag"
"Ein sær, at serliga fólkið í høvuðstaðarøkinum tekur undir við fiskivinnunýskipanini. Úrtøkan verður javnt deild kring alt landið"
"Frá Skála: fundur verður í kvøld. Tema: Null-hugsjónin"
"Nú er alt við tað gamla aftur. TB er nummar eitt, og NSÍ er nummar átta"
"Bárður prikaði fyrr í vikuni um at hann gleddi seg at spæla saman við javnaldrum í NSÍ. Tað er eisini stuttligt, men bara stuttligt tá ein spælir móti øðrum børnum og ikki sum í dag, móti vaksnum monnum"
"Høgættin er strævin, bara tvey stig í Klaksvík"