Talan verður um seks flogferðir aftur og fram frá 3. september til 9. oktober 2024. Eins og í ár eru ferðirnar til New York týsdag, og heimferðin er mikudag, og tað er framvegis Stewart International Airport, sum flogið verður til. Tað skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi.
- Vit hava fingið góðar afturmeldingar viðvíkjandi Stewart flogvøllinum frá teimum, ið ferðaðust á rutuni í ár. Stewart flogvøllurin er ikki so stórur, so tað er lætt at finna runt. Eisini er tað skjótt at sleppa gjøgnum passeftirlitið, sum annars ofta kann taka langa tíð á teimum stóru flogvallunum. Sambandið inn til býin er sera gott, tí snarbussar koyra beinleiðis til/úr Times Square í sambandi við komurnar og fráferðirnar hjá Atlantic Airways, og busstúrurin tekur bert hálvanannan tíma, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Flogtíðin er umleið sjey tímar, og niðanfyri ber til at síggja eitt stutt filmsbrot um, hvussu einfalt tað er at ferðast beinleiðis úr Vágum til dukandi stórbýarlívið mitt á Times Square.
##med2##
Flogferðaseðlarnir verða settir til sølu komandi hósdag 7. desember 2023.
Flogið verður soleiðis:
Vágar – New York: Týsdagar kl. 16.30 frá 3. september – 8. oktober 2024. Koma kl. 18.50.
New York – Vágar: Mikudagar kl. 10.45 frá 4. september til 9. oktober. Koma kl. 22.05.
GG! Allar tíðir eru lokalar
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##