Aftur bátatreff í ár

Tey seinastu fýra árini hevur bátatreff verið í Hvalvík, og soleiðis verður eisini í ár.

Bátatreffið í Hvalvík verður tað seinasta vikuskiftið í mai mánað ella leygardagin tann 31. Hetta fimta árið, at treffið er.

 

Í fjør vóru 65 bátar umframt fleiri motorsúkklur og nakrir kampingvognar, og ætlanin er at brúka sama leist sum undanfarin ár, skrivar Sunda kommuna á sínari heimasíðu.

 

Skráin fyri bátatreffið verður kunngjørd í næstum.