Aftur Bátahugni í Hvalvík

Fimtu ferð á rað verður skipað fyri tiltakinum Bátahugni í Hvalvík um vikuskiftið.

Tað eru bátafólk í Hvalvík og Streymnesi, sum skipa fyri tiltakinum, har serligur dentur verður lagdur á hugna og samveru.

 

Bátarnir savnast úti fyri Selatrað leygardagin 31. mai klokkan 16.00, og haðani verður siglt til Hvalvíkar við vegleiðing frá Juvel. Tá bátarnir hava lagt at, verður smurt breyð í tjaldinum, og klokkan 20.30 verður felagssangur og hugni í tjaldinum. 

 

Bátahugnin hevur fingið góða undirtøku, og í fjør vóru umleið 65 bátar til tiltakið, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.